Landsstýrisformaðurin: Viðurskiftini við Danmark eru batnað

Landsstýrisformaðurin: Viðurskiftini við Danmark eru batnað
Seinastu tíðina hava nógvar ósemjur verið millum londini bæði, millum annað um arktiska sendifólkið og snyrilsmálið
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Mute B. Egede, landsstýrisformaður.
Mynd: KNR  
 
09.06.2023 - 08:17

Eftir fundir í tveir dagar millum stjórnarleiðarar í ríkisfelagsskapinum, eru viðurskiftini millum grønlendska landsstýrisformannin, Múte B. Egede, og danska forsætisráðharran, Mettu Frederiksen, batnað.

Tað skrivar grønlendska KNR.

Seinastu tíðina hava nógvar ósemjur verið millum londini bæði. Millum annað um arktiska sendifólkið og snyrilsmálið.

Herfyri fanst Múte B Egede at donsku stjórnini fyri ikki at virða Grønland sum javnsettan part.

Men, sambært Múte B. Egede, sær framtíðin nú bjartari út, tá ið talan er um samstarvið millum Grønland og Danmark.

- Eg haldi, at danir nú eru farnir at skilja betur, hvat vit vilja í Grønlandi.Vit eru nú eisini saman farin undir at finna loysnir á teimum ósemjum, vit hava havt, sigur landsstýrisformaðurin við KNR.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, heldur, at tey hava funnið stevið aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017