USA fyrireikar stóran hjálparpakka til Ukraina

USA fyrireikar stóran hjálparpakka til Ukraina
Hjálp fyri 14 milliardir kr. verður væntandi kunngjørd í dag
Joe Biden, forseti, fer at kunngera hjálparpakka til Ukraina í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.06.2023 - 08:11

USA fyrireikar ein hernaðarligan hjálparpakka til Ukraina fyri meira enn tvær milliradir dollarar, tað svarar til 14 milliardir krónur. 

Tað skrivar Bloomberg.

Heimasíðan endurgevur embætisfólk í umsitingini hjá Biden, sum siga, at pakkin verður kunngjørdur longu í dag.

Meginparturin av peninginum skal brúkast til loftverju og til at hjálpa Ukraina at keypa Hawk-rakettir og framkomnar Patriot-loftverjurakettir.

Pakkin kemur, meðan grundað verður um, at Ukraina hevur sett í gongd mótálop, sum tað hevur ávarað um leingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050