- Tíðindi, mentan og ítróttur
Icelandair ætlar at fáa amerikansk og kanadisk ferðafólk til Føroya
1. mai næsta ár fer íslendska flogfelagið Icelandair undir flúgving við ferðafólki millum Keflavík og Vágar.
Flogið verður fimm ferðir um vikuna - mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.
Men 1. juni verður eisini flogið leygardag, ella seks ferðir um vikuna. Eftir 1. oktober er ætlanin at flúgva fýra ferðir um vikuna, so talan verður um flúgving alt árið.
76 ferðafólk
Icelandair fer at brúka flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina. Hesi flogførini taka 76 ferðafólk, og flogferðin millum Ísland og Føroyar fer at taka umleið ein tíma og trý korter.
Flogfarið, sum Icelandair fer at brúka, er av sama slagi, sum norska flogfelagið Widerø brúkar á føroyarutuni.
Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága floghavn, sigur, at Icelandair flýgur til 15 ferðamál í Kanada og USA, og nú Vága floghavn verður partur av rutunetinum, verður munandi lættari hjá ferðandi úr USA og Kanada at koma higar.
Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Regin I. Jakobsen í útvarpstíðindunum: