Nógv mál umrødd, men eingin verulig loysn

Nógv mál umrødd, men eingin verulig loysn
Aksel V. Johannesen hevur verið í Grønlandi á ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
08.06.2023 - 13:42

Ongar veruliga loysnir, men umrøða av nógvum viðkomandi málum. og partarnir skilja nú betur hvør annan.

Óvissa støðan í heiminum ger, at tørvur er á uppaftur tættari samskifti millum Føroyar, Danmark og Grønland á uttanríkis -trygdar-, og verjupolitiskaøkinum. 

Tað stendur í yvirlýsing frá teimum trimum stjórnarleiðarunum í ríkinum.

Týsdagin hevði uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðið millum Føroyar, Danmark og Grønland sín annan fund. Fyrsti fundur var í Føroyum í fjør.

Vit fingu orðið á løgmann, sum var staddur á flogvøllinum í Nuuk: 

 

08062023_Aksel_ur_Nuuk

 

Teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkinum, tá skrivað varð undir yvirlýsingina.

 

Eftir fundin skrivaðu Aksel V. Johannesen løgmaður, Mette Frederiksen forsætisráðharri, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, undir endayvirlýsing frá fundinum.

Á fundinum vóru fleiri mál umrødd, ið hava við uttanríkis -,trygdar- og verjupolitik at gera, millum annað skipaferðslan í føroyskum sjóøki, har samstarvsráðið staðfestir, at neyðugt er at halda fram við tøttum samskifti og vitanardeiling.

Harumframt varð eisini uttanríkispolitiska menningin í Arktis, kríggið í Ukraina og NATO-toppfundurin, sum verður í summar, umrødd.

Yvirlýsingin, sum er á donskum, kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017