- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ulrike, Suni og Viberg heiðrað
Fyri triðju ferð hevur lagsfelagsskapurin Vitin heiðrað trý fólk, sum felagsskapurin sigur eru úrmælingar, sum hava framt vala avrik, sum eru við til at bera føroysku tjóðina framá.
Í ár eru Ulrike Steuerwald, Suni Merkistein og Viberg Sørensen heiðrað.
Tey fáa heiðursbræv og heiðursmerki.
Í heiðursbrævinum verður sagt frá grundgevingunum fyri tilnevningini.
Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringuprýði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini pro aris et focis í bogaðum teksti omanfyri.
Pro aris et focis merkir stríð fyri altar og grúgvu, fyri hús og heim.
Loyniligt er, hvør er í nevndini hjá Vitanum, og lógin um nevndina er ikki almenn.
Fyrsta handanin var í 2021.
Tá fingu Pál Weihe, Jens-Kjeld Jensen og Jonhard Mikkelsen heiðurin.
Í fjør var hann latin Jóan Paula Joensen, Debes Hammershaimb Christiansen og Karini Kjølbro.