- Tíðindi, mentan og ítróttur
Berghol í Gøtudali: Frágreiðing gerast um endaligu linjuføringina

Neyðugt er ikki at gera fleiri stórar jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við bergholið í Gøtudali, sigur Jarðfeingi.
Men Landsverk vil hava jarðfrøðiliga frágreiðing um endaligu linjuføringina, har jarðfrøðin verður lýst eftir sjálvari linjuni.
Hesa frágreiðing fara Jarðfeingi, Landsverk og ráðgevar eftir ætlan at gera.
Dennis svarar Helga
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann, sum spurdi um Gøtudalsbergholið.
Í 2019 vóru pengar settir av til at fyrireika berghol millum Gøtudal og Skálafjørð.
Pengarnir vóru brúktir til jarðfrøðiligar forkanningar.
Tvær linjuføringar eru. Sambært aðrari verður bergholið 3,3 kilometrar, sambært hinari 3,5 kilometrar, stendur í svarinum.
420-460 milliónir
Kostnaðurin er mettur at vera 420 til 460 mió. kr.
Tá er váðaískoytið ikki tikið við.
Dennis Holm sigur, at Gøtudalsbergholið ein týðandi liður í at knýta miðøkið og norðurøkið saman.
Tí eigur tað at vera raðfest.