Helvtin av stuðlinum fer til fólk á alivirkjum og uppsjóvarvirkjum

Helvtin av stuðlinum fer til fólk á alivirkjum og uppsjóvarvirkjum
Starvsfólk á alivirkjum og uppsjóvarvirkjum fingu 120,4 mió, kr. úr fiskavirkisskipanini frá 2012 til 2022
Meira enn 120 milliónir kr. eru goldnar úr fiskavirkisskipanini til fólk á alivrikjum og uppsjóvarvirkjum seinastu níggju árini. (Savnsmynd)
 
08.06.2023 - 08:19

Stívliga helvtin av tí, sum fer úr fiskavirkisskipanini, fer til fólk, sum arbeiða á alivirkjum ella uppsjóvarvirkjum.

Starvsfólk á alivirkjum og uppsjóvarvirkjum fingu 120,4 mió, kr. úr fiskavirkisskipanini hjá ALS árini 2012 til 2022.

Higartil í ár hava tey fingið stívar níggju milliónir haðani.

Tá eru eftirløn og almenn gjøld ikki tald við. 

Hetta er 53 prosent av tí, sum farið er úr fiskavirkisskipanini hesi 11 árini.

Tað upplýsir Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

 

Broytingar verða gjørdar

Stýrið hjá ALS hevur eftirmett fiskavirkisskipanina.

Broytingar eru gjørdar í kunngerðini um útgjald til arbeiðsleys á fiskavirkjum.

Tær eru til hoyringar í løtuni.

Uppskotið er, at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina og tí fáa størri útgjald og vera tøk til onnur størv.

Men semja er ikki í ALS-stýrinum, um alivirki og uppisjóvarvirki framvegis skulu vera í fiskavirkisskipanini.

Tí er einki tilmæli komið til landsstýriskvinnuna um at gera broytingar hesum viðvíkjandi, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342