- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útihýsa ikki møguleikanum fyri misáliti á løgmann
Útihýsa ikki møguleikanum fyri misáliti á løgmann
Fólkaflokkurin bíðar eftir álitinum úr Uttanlandsnevndini, og formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at møguleikin seta fram misálit er eitt sindur misbrúktur

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
07.06.2023 - 17:59
Hvørki Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, ella Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, útihýsa møguleikanum fyri at reisa misálit á Aksel V. Johannesen, løgmanni, í sambandi við, at løgmaður hevur borið fram skeiv tøl um fiskivinnusamstarvið við Russland.
Beinir Johannesen sigur, at Fólkaflokkurin bíðar eftir álitinum úr Uttanlandsnevndini.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at møguleikin at seta fram misálit er eitt sindur misbrúktur, og at flestu uppskot um misálit fáa ikki neyðugu undirtøkuna í tinginum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07072023_Misalit
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV