
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjarar um tøl frá løgmanni: Kanningarstjóri ella misálit
Viðmerkjarar um tøl frá løgmanni: Kanningarstjóri ella misálit
Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen gjørdu viðmerkingar til málið í Breddanum fyrrapartin

Frá tíðindafundinum á Viðareiði í síðstu viku, har løgmaður legði fram tøl um russiska umskipan og uppskipan í føroyskum havnum, sum síðani hava elvt til orðaskifti, tí tølini hjá løgmanni samsvara ikki við tey hjá Vørn.
07.06.2023 - 11:21
- Tað hevði verið skilagott at sett ein kanningarstjóra at kanna, hví Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur borið fram skeiv tøl fyri nøgdirnar í samband við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og politiskur viðmerkjari, tá hann var gestur í Breddanum fyrrapartin.
Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýris- og tingmaður fyri Tjóðveldi, nevndi eisini kanningarstjóra, men hann væntar, at málið kann enda sum misálit, tá ið løgtingið fer at taka støðu til revsitiltøkini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07072023_Tobbi_og_Joannes
Allur Breddin kann hoyrast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV