- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farstøð byggjast á Syðradali
Farstøð skal byggjast á Syðradali.
Landsverk biður um tilboð upp á heildararbeiðstøku, sum umfatar bygning, atkomu og økið uttanum.
Farstøðin skal byggjast á havnarøkinum á Syðradali.
Endamálið er, at ferðafólk og viðføri teirra skulu kunna koma undir tak.
Farstøðin verður 64 fermetrar umframt 30,5 fermetrar, sum eru úti, men undir taki.
Freistin at bjóða er til 27.juni klokkan eitt.
Fyribils parkeringspláss skal gerast á vøllinum á Frælsinum.
Parkeringspláss og nýggj tekja á Frælsinum
Landsverk biður eisini um tilboð upp á jørð- og lendisarbeiði, nú Fróðskaparsetrið á Frælsinum skal høvuðsumvælast.
Í hesum umfarinum verður biðið um tilboð upp á at gera fyribils parkeringspláss á verandi vølli á Frælsinum.
Tað skal gerast, tí parkeringsplássið, sum er, verður brúkt til byggiplássøki og onnur arbeiði, sum skulu gerast.
Tilboðið, sum nú verður biðið um, umfatar eisini at taka niður rennustokkar og takskeggið og leggja nýtt tak á lon 5.
Arbeiðið skal vera liðugt í september. Freistin at bjóða er til 22.juni klokkan tvey.