Ríkisfundur í Nuuk í dag

Ríkisfundur í Nuuk í dag
Forsætisráðharrin lovar at finna bestu loysnina í málinum arktiska sendifólkið, sum grønlendingar eru óðir um
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Mute B. Egede, landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Nuuk í gjár.
Mynd: KNR  
 
07.06.2023 - 08:34

Árligi ríkisfundurin hjá forsætisráðharranum, landsstýrisformanninum og løgmanni er í Nuuk í dag.

Í gjár hevði samstarvsráðið fund. Samstarvsráðið viðger uttanríkismál, trygdarmál og verjupolitisk mál í ríkinum.

Umframt løgmann vóru Høgni Hoydal og Ruth Vang, landsstýrisfólk, á tí fundinum.

 

Einki nýtt um arktiska sendifólkið

Eftir tann fundin segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at einki nýtt er um arktiska sendifólkið hjá Danmark.

Grønlendingar eru óðir, tí Danmark aftur nú hevur sett ein dana í starvið.

Grønland heldur, at ein grønlendingur skal hava hetta starvið.  

Mette Frederiksen segði, at stjórnin og landsstýrið halda fram at viðgera spurningin við tí endamáli at finna bestu loysnina skjótt.

 

Ríkisfelagsskapurin fer at broytast

Mette Frederiksen segði annars, at hon væntar ikki, at ríkisfelagsskapurin verður óbroyttur í allar ævir.

Um 50 ár verður hann ein annar enn nú, segði Mette Frederiksen, skrivar KNR.

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, segði, at uttanríkispolitisku heimildirnar, sum Grønland og Føroyar hava í dag, ikki eru nóg góðar.

Samráðast má um tær av nýggjum, segði hann.

Fyri fyrstu ferð hittast uttanríkispolitiska nevndin í fólkatinginum og uttanlandsnevndirnar í Føroyum og í Grønlandi í sambandi við ríkisfund.

Nevndirnar hava fund í dag og í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017