Russar sprongt vatnbyrging í Kherson

Russar sprongt vatnbyrging í Kherson
Fólk eru biðin um at rýma, tí vandi er fyri stórari vatnflóð
Vandi er fyri vatnflóð, eftir at russar hava sprongt eina vatnbyrging í Kherson-landspartinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.06.2023 - 13:27

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur kallað til kreppufundar, eftir at russiskar deildir í morgun sprongdu vatnbyrgingina, Nova Kakhovka, í Kherson-landspartinum.

Tað skrivar Oleksij Danilov, skrivari í ukrainska trygdar- og verjumálaráðnum, á Twitter.

Sambært Reuters-tíðindastovuni sprongdu russiskar deildir vatnbyrgingina, og sagt verður, at hetta kann hava við sær ógvusliga vatnflóð í stórum øki har suðuri í Ukraina.

Sí myndir frá AP-tíðindastovuni: 

 

BYRGING_UKRAINA

 

Borgarstjórin, sum russar hava sett í býnum Nova Kakhova, vísir - sambært almennu russisku tíðindastovuni RIA - tíðindunum aftur, skrivar Reuters.

Byrgingin, sum er 30 metrar høg og meira enn tríggjar kilometrar til longdar, var bygd í 1956.

Sambært ukrainska guvernørinum í Kherson- landspartinum, Oleksandr Prokudin, eru tey farin undir at flyta fólk burtur úr teimum støðum, sum eru harðast rakt av vatnflóð, skrivar CNN.

Sambært bretska miðlinum, The Guardian, hevur ukrainska løgreglan heitt á fólk í økinum um at ryma, sløkkja øll ravmagnstól og taka skjøl og týdningarmiklar lutir við sær.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050