- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serskipanir gera okkum fátækari og minka vælferðina
Føroyingar, sum búgva í Føroyum, men arbeiða uttanlands, eiga ikki at hava serskipanir, sum gera okkum fátækari sum land og minka føroysku vælferðina.
Hóast hetta ljóðar púra sjálvsagt, hevur eingin samgonga higartil megnað at gjørt stórvegis við hetta.
Føroya arbeiðsgevarafelag gevur ilt av sær í ársfrágreiðingini fyri 2022.
Felagið sigur, at nærum øll, sum arbeiða uttanlands, eisini okkara fólkatingspolitikarar, kunnu fáa ein frádrátt fyri uttanlandsinntøku.
5.000 kr. meira eftir
Hesin frádráttur ger, at fólk, sum búgva í Føroyum, og sum vinna 30.000 til 35.000 kr um mánaðin, kunnu hava upp til 5.000 kr. meira á kontuni eftir skatt.
Hetta er galdandi fyri fólk, sum til dømis pendla til Noregs at arbeiða. Tess hægri lønin er, tess størri verður munurin, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Í einari tíð, har trot er á arbeiðsmegi í Føroyum, er skilaleyst, at landið roynir at lokka fólk av landinum at arbeiða við einum lægri skatti sum gularót.
Aðrar slíkar serskipanir eru skattalættin hjá sjófólki og fiskavirkisskipanin, sigur felagið.
Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at gera eina arbeiðsmarknaðarbroyting, har slíkar serskipanir verða strikaðar, og í staðin lækka lønarskattin hjá lágløntum og miðalløntum.