![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/bakkafrost_a_strond.jpg?itok=dZk_ofIM)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ala 200.000 tons av laksi um fýra ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-09-16-11h22m37s582.png?itok=xEHXaVzJ)
Bakkafrost leggur nú stóran dent á virksemið í Skotlandi.
Smoltstøðin við Applecross verður víðkað, so hon verður á stødd við størstu smoltstøðina í Føroyum, smoltstøðina við Strond.
Ætlanin er at byggja enn eina smoltstøð við Fairlie í Skotlandi.
Hendan verður nakað størri enn smoltstøðin við Strond í Føroyum. Hon verður væntandi liðug í 2027.
Smoltstøðin á Strond. Smoltstøðin, sum ætlanin er at byggja við Fairlie í Skotlandi, verður nakað størri enn støðin á Strond. (Mynd: Bakkafrost)
Nýtt góðskingarvirki í 2028
Harafturat er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi. Tað verður væntandi liðugt í 2028.
Ætlanin er at hava meira aling á sjónum í Skotlandi, og gera íløgur í nýggj skip.
Í 2028 fer Bakkafrost at kunna ala 200.000 tons av laksi í Føroyum og í Skotlandi.
Tøkugjald broytir fortreytir
Miðað verður eftir at taka 165.000 tons, tá er talan um kruvda vekt, í 2028, av teimum 110.000 í Føroyum.
Bakkafrost sigur í fráboðan í morgun, at nýggja tøkugjaldið broytir fortreytirnar, og at Bakkafrost tí noyðist at tillaga virksemið og íløgurnar.
Ein avleiðing er, sigur Bakkafrost, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan fleiri íløgur verða gjørdar í Skotlandi.