Arbeiðsgevarar: Arbeiðsvikan er longu 37 tímar

Arbeiðsgevarar: Arbeiðsvikan er longu 37 tímar
Arbeiðstíð og arbeiðsvika eiga at verða viðgjørd í trípartasamráðingum millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur arbeiðsgevarafelagið
Arbeiðstíðin uttan matar- og kaffisteðgir er longu okkurt 37 tímar um vikuna ella minni enn tað, siga arbeiðsgevararnir.
 
06.06.2023 - 08:28

Flestu løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hava ikki 40 tíma effektiva arbeiðsviku. 

Arbeiðstíðin, tað er arbeiðstíðin uttan matar- og kaffisteðgir, er longu okkurt 37 tímar um vikuna ella minni enn tað. 

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur eisini, at arbeiðsvikan er eitt mál fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Umráðandi er, at spurningurin um arbeiðstíð og arbeiðsvikuna í Føroyum verður viðgjørdur væl og virðiliga í trípartasamráðingum millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV