Spreinging nær Ukrainska býnum Dnipro

Spreinging nær Ukrainska býnum Dnipro
Ein tvey-ára gomul genta lat lív, og 22 fólk vórðu særd.
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.06.2023 - 10:11

Eitt fjølbýlishús tætt við ukrainska býin Dnipro varð í nátt rakt av eini spreinging. Ein tvey-ára gomul genta lat lív, og 22 fólk vórðu særd. 

Tað skrivar lokali guvernørurin á Telegram sambært DR.

Gentan varð funnin undir einum múrsteinsbroti í nátt. 

Millum tey særdu eru fimm børn. Guvernørurin segði eisini, at bjargingarfólk hava hálað fólk úr múrsteinsbrotinum.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Telegram, at spreingingin hendi millum tvey fjølbýlishús.

- Tíverri eru fólk undir múrsteinsbrotinum. Hetta er enn prógv fyri, at Russland er ein terror statur, sigur hann. 

Í Russlandi vísa tey aftur, at landið fer miðvíst eftir sivilum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050