- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður vitjar í Grønlandi
Løgmaður vitjar í Grønlandi
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er í dag farin til Grønlands á almenna vitjan.

Undir vitjanini í Grønlandi er millum annað ríkisfundur á skránni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.06.2023 - 17:55
Millum annað skal løgmaður hitta grønlendska landsstýrisformannin, Múte B. Egede, og umrøða samstarvið millum Føroyar og Grønland, umframt støðuna í Arktis.
Í næstu viku verður árligur fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har Grønland í ár hevur formansskapin.
Í sambandi við fundin koma eisini Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Grønlands.
Eisini verður ríkisfundur millum stjórnarleiðararnar í Grønlandi, Danmark og Føroyum, og er hetta ríkisfundur nummar 40 síðani tann fyrsta í 1983.
Føroyska ferðalagið fer úr Grønlandi aftur hósdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV