Treytir lagdar við vitjan á Bali

Treytir lagdar við vitjan á Bali
Reglurnar koma í kjalarvørrinum á fleiri gølum, har útlendingar, sum vitja oynna, ikki hava virt lokalu mentanina
Indonesia
Mynd: Scanpix  
 
03.06.2023 - 09:47

Myndugleikarnir í oynni Bali í Indonesia seta nú reglur í gildi fyri ferðafólk, um hvat er í lagi og hvat er ikki í lagi eftir bali'skari mentan.

Reglurnar verða handaðar ferðafólkum, tá ið tey koma til landið, og verða heftar í passið hjá teimum. 

Talan er um 16 reglur, sum hava til endamáls at verja mentan, umhvørvi og trygd. 

Brot á reglunar kunnu fáa løgfrøðiligar avleiðigar.

Reglurnar koma í kjalarvørrinum á fleiri gølum, har útlendingar, sum vitja oynna, ikki hava virt lokalu mentanina.

Eitt nú, at tveir russiskir bloggarar hildu tað vera gott hugskot at ganga nakin á einum heilagum staði.

Sambært reglugerðini, skulu ferðafólk vera virðiliga klødd, vísa virðing, tá ið tey vitja tempul og átrúnaðarlig súmbol, brúka lokala gjaldoyrað, og halda lokalan sið.

Tey verða eisini biðin um at halda ferðslulógina í landinum, halda seg frá rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu, bara brúka góðkendar ferðaleiðarar og gistingar, og ikki arbeiða ella reka ólógligt virksemi.

Ferðafólk skulu heldur ikki brúka ókvæmisorð, vera frek, larma ella verða ágangandi móti myndugleikum, íbúgvunum í oynni ella øðrum ferðafólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050