Námsfelag í Grønlandi fingið noktandi svar

Námsfelag í Grønlandi fingið noktandi svar
Óttin fyri uranmálmi heldur myndugleikunum í Grønlandi aftur við at lata loyvi til námsvinnu
 
03.06.2023 - 09:41

Grønlendska landsstýrið hevur havnað eini umsókn frá fyritøkunu Greenland Minerals um at fara undir námsvinnu í Kuannersuit-fjallinum.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Greenland Minerals er eitt námsfelag, sum australiarar eiga, og felagið hevur arbeitt við at fáa neyðugu loyvini til vega, men nú altso til fánýtis.

Í Kuannersuit-fjallinum eru fleiri sløg av sjáldsomum málmi, ið vinnan hevur stóran áhuga fyri.

Serliga útlitini til, at tað sum hjávinna skal bera til at fáa geislavirknan uranmálm úr fjallinum, hevur elvt til kjak og stúran fyri bæði natúru og djóra- og menniskjalívi í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017