Kommunur kunnu stovna bústaðafeløg saman við Bústøðum

Kommunur kunnu stovna bústaðafeløg saman við Bústøðum
Lógaruppskotið um tað kemur væntandi í heyst.
Kommunur fáa skjótt loyvi til saman við Bústøðum at stovna, byggja og reka almannagagnlig  bústaðarfeløg. (Savnsmynd)
 
02.06.2023 - 08:33

Kommunur fáa skjótt loyvi til saman við Bústøðum at stovna, byggja og reka almannagagnlig  bústaðarfeløg.

Tað er í øllum førum ætlanin hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Lógaruppskotið um tað kemur væntandi í heyst.

Landsstýriskvinnan hevur svarað spurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um kommunur og bústaðir og um kommunalar veitingar til húsini hjá teimum, sum ikki búgva í kommununi.

Ingilín D. Strøm svarar, at sambært Løgmálaráðnum kemur lógaruppskot, sum skal loyva kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, í næstu tingsetu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017