Óvist nær Ukraina sleppur upp í Nato

Óvist nær Ukraina sleppur upp í Nato
Nato-londini eru fyri, at Ukraina fær limaskap, men enn er eingin ítøkilig ætlan løgd um tilgongdina fyri limaskapi
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari.
 
01.06.2023 - 15:56

Nato-londini eru sinnað at bjóða Ukraina limaskap í verjusamgonguni.

Men fyribils ber ikki til at siga, nær Ukraina kann gerst limur, tí Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, hevur onga ítøkiliga tíðarætlan um tað.

Tíðindafundur var í dag í sambandi við Nato-uttanríkisráðharrafundin í Oslo.

- Vit hava tosað um ukrainsku vónina um limaskap, og øll okkara sameindu taka undir við at lata dyrnar upp fyri nýggjum limaskapi. Øll sameindu okkara vóru eisini á einum máli um, at tað eru Nato-lond og Ukraina, sum gera av, nær Ukraina verður limur. Tað verður ikki Moskva, sum hevur sýtingarrættin fyri nýggjum limaskapi í Nato, segði Stoltenberg.

 

Fer til Turkalands

Jens Stoltenberg fer til Turkalands í eini roynd at fáa landið at góðtaka umsóknina hjá Svøríki um limaskap í Nato.

Stoltenberg sigur, at hann fer til Ankara fyrsta dagin.

- Vit mugu minnast til, at øll sameind, -eisini Turkaland, bjóðaðu Svøríki at gera fullgildugur limur. Tað var á Nato-fundinum í Madrid í fjør. Og higartil hevur tað verið ein skjót tilgongd, tí Finnland og Svøríki søktu um limaskap í mai ella juni. Bæði Finnland og Svøríki vóru boðin uppí. Finnland fær fullgildugan limaskap, og eg eri sjálvandi vísur í, at Svøríki eisini verður limur sum skjótast. 

- Boðskapurin hjá mær er, at svenska umsóknin um Nato-limaskap er góð fyri Svøríki, fyri Norðurlond og fyri Baltikum,  men eisini fyri alt Nato. Tað ger Nato sterkari, og tað hevur eisini týdning fyri Turkaland, sigur Stoltenberg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050