Beinir Johannesen: Vandi fyri at fiskiveiðisamstarvið heldur uppat

Beinir Johannesen: Vandi fyri at fiskiveiðisamstarvið heldur uppat
Formaðurin í Fólkaflokkinum spyr, hvat endamálið er við tiltøkunum móti Russlandi, sum landsstýrið ætlar at seta í verk
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum.
 
01.06.2023 - 14:58

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur, at tiltøkini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk móti Russlandi, kunnu hava við sær, at Russland slítur fiskiveiðisamstarvið við Føroyar, tí munur verður gjørdur á fiski, sum russar fiska undir Føroyum, og í altjóða sjógvi.

- Fyrsta stigið, sum landsstýrið tekur, kann eisini verða tað síðsta, sigur Beinir Johannesen. 

Hann heldur eisini, at vandi er fyri, at eftirlitið við russiskum skipum fer at vikna, tí tað er ein orsøk til, at russisku skipini koma í føroyskar havnir.

Beinir Johannesen sigur, at tað er óheppið, at støða ikki verður tikin til fiskiveiðisáttmálan við Russland í 2024 fyrr enn í heyst. Avgerðin eigur at verða tikin beinanvegin, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Hoyr samrøðu, sum Krista Johnsdóttir Kreutzmann gjørdi við Beinir Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

01062023_Beinir_Johannesen_um_tiltok

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017