
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu bara umskipa fisk, sum er avtalaður í fiskiveiðisáttmálanum

Av tí at nógvar útlendskar havnir eru stongdar fyri russiskum skipum, umskipa russisk skip ikki minni enn 400.000 tons av fiski í føroyskum havnum.
Hetta skal nú halda uppat, og russisk skip sleppa bara at umskipa fisk í føroyskum havnum, sum tey kunnu fiska eftir í føroyskum sjógvi sambært fiskirættindavataluni millum Føroyar og Russland.
Tað ber í sær, at umskipingin minkar niður í 100.000 tons, ella ein fjórðing av tí, sum russisku skipini umskipa í løtuni.
Haraftrat verða møguleikarnir hjá russiskum skipum at keypa tænastur í Føroyum nógv avmarkaðir. Skipini kunnu framvegis keypa olju og proviant, men kunnu ikki fáa umvælingar gjørdar.
Fiskiveiðisáttmálin við russar fyri 2023 heldur fram, men hvussu fiskiveiðisamstarvið skal verða næsta ár, verður støða ikki tikin til fyrr enn í heyst, væntandi í september.
Tað kom fram á tíðindafundi, sum landsstýrið skipaði fyri á Viðareiði fyrrapartin um tiltøk móti Russlandi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Løgtingið viðger í løtuni málið um tiltøk móti Russlandi. Sí tingfundin her.
Alexander Gaard tók myndirnar: