- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serlækni í urologi var tikin við upp á ráð

Ein serlækni í urologi, sum í nógv ár hevur verið knýttur at Klaksvíkar sjúkrahúsi, var tikin við upp á ráð, tá arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmæli um skannaran í Klaksvík, spurdi fakfólk.
Fakfólkini í arbeiðsbólkinum vóru frá Landssjúkrahúsinum.
Tað vóru fakfólk um medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medisinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.
Tingkvinnan spurdi eina ferð afturat um arbeiðsbólkin, tí hon var ikki nøgd við fyrra svarið hjá landsstýriskvinnuni.
Tað er sera løgið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, at fakfólk, fíggjarfólk, radiografar og læknar á Klaksvíkar sjúkrahúsi ikki vóru við í arbeiðsbólkinum.