- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette Frederiksen til Grønlands í næstu viku
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fer til Grønlands í næstu viku, eftir at hon mánadagin hevur vitjað amerikanska forsetan, Joe Biden, í Hvítu Húsunum í Washington.
Danska kringvarpið skrivar, at Mette Frederiksen fer at tosa um trygdarpolitikk við uttanríkis-, trygdar- og erjupolitiska samstarvsráðið.
Tað er eitt ráð, sum danska stjórnin og føroysku og grønlendsku landsstýrini manna.
Tey fara millum annað at tosa um Arktis og um geopolitiska týdningin í Norðuratlantshavi, sigur forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður eisini á fundinum í samstarvsráðnum í Grønlandi í næstu viku. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
- Harðrendu álopini hjá Russlandi seta dám á allan heimin, og trygdarpolitiska støðan er púra broytt. Vit skulu ansa eftir, at hetta ikki fer at ávirka Arktis, sigur Mette Frederiksen.
Tey fara eisini at umrøða Nato-toppfundin í Vilnius, sum verður í juli, og verjusemjuna, sum skal gerast.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, vera eisini á fundinum í Grønlandi í næstu viku.