- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týdningarmikið at viðgera samstarv við Russland í trúnaði
Týdningarmikið at viðgera samstarv við Russland í trúnaði
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at tað er orsøkin til, at málið bara skal viðgerast í uttanlandsnevndini og ikki í løgtinginum

Tiltøk móti Russlandi skulu bara viðgerast í uttanlandsnevndini, ætlar landsstýrið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
31.05.2023 - 14:04
- Tað er sera týdningarmikið, at málið um samstarv við Russland, verður viðgjørt í trúnaði. Tí skal málið bara viðgerast í uttanlandsnevndini og ikki í løgtinginum.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Jacob Vestergaard, limur í uttanlandnevndini, heldur hetta vera ódemokratiskt.
Beinta Løwe og Eirikur Lindenskov, politiskir viðmerkjarar, halda, at Høgni Hoydal er undir stórum trýsti.
Tiltøkini móti Russlandi vóru viðgjørd í Breddanum fyrrapartin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
31052023_Tiltok_moti_Russlandi
Allur Breddin kann hoyrast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV