Mál um tvímæltar journalistar noyðir landsstýrismann frá

Mál um tvímæltar journalistar noyðir landsstýrismann frá
Hóast arbeiðsbólkur skuldi setast at viðgera spurningin um at seta fleiri journalistar í KNR, sum duga grønlendskt, er einki hent í málinum
Peter Olsen, landsstýrismaður í Grønlandi, hevur lagt frá sær.
 
31.05.2023 - 10:22

Í Grønlandi hevur landsstýrismaðurin í útbúgving, mentan, ítrótt og kirkju lagt frá sær. 

Peter Olsen hevði lovað at seta arbeiðsbólk, sum skuldi koma við loysn um, hvussu fleiri journalistar, sum tosa grønlendskt, kunnu koma í starv. 

Danska fakblaðið Journalisten hevur í 2022 og 2023 lýst, hvussu grønlendskir miðlar eru noyddir at skerja talið av sendingum, tí ov fáir journalistar eru, sum tosa grønlendskt.

Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, í gjár, er arbeiðsbólkurin ikki mannaður enn.

 

Tað gongur illa at fáa journalistar, sum duga bæði danskt og grønlendskt, til grønlendska kringvarpið, KNR, og málið hevur nú fingið politiskar avleiðingar. (Savnsmynd)

 

Hevur mist stuðulin

- Eg leggi frá mær, tí eg fái ikki longur stuðul frá meirilutanum. Eg havi lurtað eftir atfinningunum frá landstinginum, hóast eg havi gjørt mítt besta,  skrivar Peter Olsen á Facebook. 

Nivi Olsen, landstingslimur fyri fjórðstørsta flokkin í Grønlandi, Demokraatit, sigur, at økið er slept upp á fjall, og at málið um tvímæltar journalistar í KNR er ikki loyst.

- Vit hava bíðað í níggju mánaðir. Eg fyrireikaði at reisa misálit á Peter Olsen, men nú hevur hann lagt frá sær, sigur Nivi Olsen við KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050