- Tíðindi, mentan og ítróttur
El-bussarnir í Havn fara at koyra í dag
El-bussarnir hjá Bussleiðini í Havn fara nú koyra.
Teir koyra á leið 4.
Hátíðarløta verður í Steinatúni í dag kl.11.00.
Eftir hátíðarhaldið koyra el- bussarnir stuttar túrar til kl.14.00, so fólk fáa møguleika at royna bussarnar.
Tann 20.apríl í fjør var nýggjur sáttmáli um Bussleiðina gjørdur. Hann er galdandi frá januar í ár til og við desember 2031.
Avtalað var tá at keypa 15 nýggjar dieselbussar og tveir nýggjar el-bussar.
Og á býráðsfundi í apríl í fjør var eisini samtykt, at umleggingin av allari Bussleiðini til grøna orku skal fremjast seinast í 2027.
Næstu mánaðirnir vera ein royndartíð hjá el-bussunum.
Vera trupulleikar, kunnu dieselbussar taka við aftur leið 4, sigur Tórshavnar kommuna.