Lógarnevndin í kongressini samtykt at hækka skuldarloftið

Lógarnevndin í kongressini samtykt at hækka skuldarloftið
Lógaruppskotið er semja, sum Joe Biden forseti og formaðurin í Kongressini Kevin McCarthy hava gjørt í felag
Nú skal Umboðsmannatingið atkvøða um uppskotið og síðani Senatið.
 
31.05.2023 - 09:13

Lógarnevndin í undirhúsinum í amerikonsku kongressini hevur góðkent lógaruppskotið um at hækka skuldarloftið hjá USA.

Nú skal Umboðsmannatingið atkvøða um uppskotið.

Limirnir í lógarnevndini vóru ikki samdir, sjey atkvøddu fyri uppskotinum, og seks ímóti.

Lógaruppskotið er semja, sum Joe Biden forseti og formaðurin í Kongressini Kevin McCarthy hava gjørt í felag.

 

Vilja hava skerjingar

Republikanararnir siga, at teir kunnu taka undir við at hækka skuldarloftið, um Biden góðkennir skerjingar í fíggjarlógini.

Verður uppskotið eisini góðkent í Umboðsmannatinginum, skal Senatið gera av, um tað verður samtykt.

Kongressin má góðkenna uppskotið fyri 5.juni, tað er mánadagin, sum er markið fyri, nær fíggjarmálaráðið ikki longur hevur ráð at rinda skuld hjá amerikonsku tjóðini. 

Hendir tað, kann tað elva til búskaparliga kreppu í USA, sum aftur kann raka búskapin í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050