- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Tiltøk móti Russlandi
Møgulig tiltøk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina 24. februar í fjør draga út, og nú meira enn 15 mánaðir eftir russisku innrásina, eru framvegis eingi stórvegis tiltøk sett í verk.
Í gjár var uppskoti lagt fyri tingið um at heimila landsstýrinum at seta tiltøk í verk, men einki stendur um innihaldið í tiltøkunum.
Innihaldið skal viðgerast í uttanlandsnevndini, og um hon góðtekur hetta, stendur tað til landsstýrið at seta tiltøkini í verk.
Vit tosa við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, vit hava viðmerkjararnar, Beintu Løwe og Eirik Lindenskov, í útvarpsstovuni, sum meta um tað, ið fer fram í løtuni, og hvat vit skulu vænta av tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi.
Síðani hava vit kjak millum fýra limir í uttanlandsnevndini, Bjarna Hammer, Jacob Vestergaard, Sólvit Nolsøe og Anniku Olsen.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.