Málið er føroysk rættarskipan

Málið er føroysk rættarskipan
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at føroyskt er longu sambært rættargangslógini høvuðsmálið í Føroya Rætti, hóast danskt eisini verður brúkt har. 
Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í lógarmálum.
 
31.05.2023 - 08:36

- Mítt mál er, at rættarskipanin kemur á føroyskar hendur, og føroyskt verður rættarmál í Føroyum burturav.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Hon spurdi, nær føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya rætti.

Bjarni Kárason Petersen svarar, at føroyskt er longu sambært rættargangslógini høvuðsmálið í Føroya Rætti, hóast danskt eisini verður brúkt har. 

Føroyskt er formligt rættarmál í rættarsalunum í Føroya rætti, og eingin føroyingur verður noyddur at tosa danskt í Føroya rætti, sigur landsstýrismaðurin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985