Dronuálop á Kyiv

Dronuálop á Kyiv
Í nátt vóru dronuálop framd móti ukrainska býnum Kyiv. 
Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.05.2023 - 13:44

Russisku dronuálopini á Ukraina halda fram. Bæði gjáranáttina og í nátt vóru dronuálop framd móti ukrainska býnum Kyiv. 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, mælir á Telegram øllum til at vera verandi í skjóli. 

Álopið sunnunáttina var tað higartil størsta álopið, sum Russland hevur framt á Ukraina síðani Russland gjørdi innrás í landið. 

Álopið á Kyiv í nátt var tað 15. loftálopið í mai mánaða.

Og nú frættist, at álopini hava hildið fram í dagtímunum, sum er rættiliga óvanligt, tí álopina plaga at vera um náttina og vend móti infrakrevinum í landinum og útriðini av Kyiv. Hesaferð hevur endamálið verið at raka miðbýin í Kiyv.

Álopini seinastu næturnar hava verið við dronum, meðan álopini í dag hava verið við sonevndu Iskander rakettunum, umframt S-300 og S-400 rakettum. Ukrainskir mydugleikar siga, at allar rakettirnar vórðu skotnar niður, meðan russar siga seg hava rakt neyðugu málini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050