- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Broytingar í fólkaskúlalógini
Næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlunum verður lækkað úr 24 niður í 20 næmingar, skúladagurin hjá næmingunum skal styttast, tvílæraraskipanin skal víðkast til at fata um bæði grund- og miðdeild, teir einstøku skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis, og lærarar skulu hava fleiri eftirútbúgvingar.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, avmyndaður saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, tá álitið varð handað fyrr í vikuni.
Hetta er millum tilmælini um broytingar í fólkaskúlalógini, ið ein arbeiðsbólkur er komin við og hevur handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum.
Vit práta við landsstýrismannin, forkvinnuna í arbeiðsbólkinum, formannin í Kommunufelagnum, og kjak verður í útvarpsstovuni millum politikararnar Jóhannis Joensen, Steffan Klein Poulsen og Bárð á Lakjuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.