- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er skrivað undir skeytini um Frælsið og Hoydalar
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, skrivaðu í dag undir skeyti, um at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti, um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum eru Grái skúlabygningurin og lonirnar.
Tað upplýsir Tórshavnar kommuna í dag.
Á Frælsinum skal landið byggja nýtt kampus til Fróðskaparsetur Føroya.
20.000 fermetrar
Ætlanin er at byggja byggja tríggjar bygningar, sum verða tilsamans 20.000 fermetrar, og at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, ið verða partur av kampus.
Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin at alt Fróðskaparsetrið skal halda til á Frælsinum og Debesartrøð.
Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru fingin um matrikulering v.m. Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið báðir partar hava skrivað undir endaliga skeytið.
Kunnu brúka ognirnar beinanvegin
Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin, og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemið skal verða í Hoydølum.
Í avtaluni er ásett, at ognirnar bara mugu brúkast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu.
Einki nýtt virksemi verður á ognini, tað er nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars, uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrinum.