Svenska krónan nógv viknað

Svenska krónan nógv viknað
Støðan hevur við sær, at inflatiónin veksur, tí prísurin fyri innfluttar vørur hækkar
 
25.05.2023 - 13:59

Virðið á svensku krónuni er nú minni enn 65 danskar krónur fyri hundrað svenskar.

Svenska krónan hevur ikki verið so lítið verd síðani síðani fíggjarkreppuna í 2009, sigur fíggjarstjórin í Dansk Industri við Ritzau-tíðindastovuna.

- Svenska krónan er sera veik. Tað er púra óvanligt, at tað ber til at keypa hundrað svenskar krónur fyri 65 danskar. Burtursæð frá nøkrum heilt fáum døgum í 2009, tá fíggjarkreppa var, hevur svenska krónan ikki verið so veik mótvegis donsku krónuni í fleiri enn 40 ár, sigur hann.

At svenska krónan er viknað so nógv, hevur fingið inflatiónina til at hækka. At svenska krónan er so veik hevur við sær, at prísirnir fyri innfluttar vørur hjá svenskum fyritøkum hækka, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050