- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun West av Teigum á ársins liði í Danmark
Ársins lið í bestu donsku hondbóltsdeildini er júst kunngjørt, og á høgra vongi er ein føroyingur.
Føroyska stórtalentið Hákun West av Teigum, ið hetta kappingarárið hevur spælt við Skanderborg Aarhus Håndbold.
Tað eru allir yrkisleikarar í bæði Danmark og uttan fyri Danmark, ið hava valt liðið.
Yvir helvtina av atkvøðunum
Teir fingu snøgt sagt eitt tómt liðkort og skuldu so velja teir leikararnar í donsku kappingini, ið - eftir teirra meining - vóru teir bestu hetta kappingarárið.
Hákun West av Teigum fekk yvir helvtina av atkvøðunum frá sínum hondbóltsstarvsfeløgum.
Góða kappingarárið hevur eisini tryggjað Hákuni West av Teigum sáttmála við týska toppfelagið Fuche Berlin næsta kappingarár.
Ársins lið í Danmark er annars mannað við:
Vinstri vongur: Bjarke Christensen, KIF Kolding, 67% av atkvøðunum
Vinstri bakkur: Simon Pytlick, GOG, 77% av atkvøðunum
Spælskipari: Thomas Arnoldsen, Skanderborg Aarhus Håndbold, 43% av atkvøðunum
Høgri bakkur: Emil Madsen, GOG, 75% av atkvøðunum
Høgri vongur: Hákun West av Teigum, Skanderborg Aarhus Håndbold, 52% av atkvøðunum
Strika: Lukas Jørgensen, GOG, 80% av atkvøðunum
Málmaður: Christoffer Bonde, Skjern Håndbold, 53% av atkvøðunum