- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flatmaðkurin breiðir seg sum ókrút
Á Fróðskaparsetrinum eru tey farin undir eina verkætlan, har tey vilja kanna, hvussu stendur til við reyðmaðkinum í Føroyum.
Fyrr ýddi tað við reyðmaðki í Føroyum, men í dag er hann so at siga horvin fleiri staðni í landinum. Orsøkin er flatmaðkurin.
- Tá ið eg var smádrongur norðuri í Hvalvík, plagdu vit at fiska, og tá brúktu vit reyðmaðk til agn, og hann var at finna allastaðni, men í dag er hann so at siga horvin har, greiðir Eyðfinn Magnussen, lektari á Fróðskaparsetrinum frá.
Hendan verkætlanin er eitt framhald av bachelorverkætlanini, sum Hans Meinhard í Eyðansstovu gjørdi í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum og lat inn í mars mánað í ár. Bachelorverkætlanin kallast “Árin av flatmaðki á reyðmaðkasamfelagið í Føroyum”.
Umframt Hans Meinhard Í Eyðansstovu og Eyðfinn Magnussen, er Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy eisini partur av verkætlanini.
Reyðmaðkur og flatmaðkur
Reyðmaðkurin kom, saman við teimum fyrstu menniskjunum, til landið og hevur líka síðan havt stóran týdning fyri lívfrøðiliga margfeldi í oyggjunum. Hann grevur langar gongir í moldina, og harvið luftar og drenar hann hana væl, og eisini hevur hann verið góð føði hjá heiðafugli.
Flatmaðkurin heldur til oman á jørðini, men goymir seg undir onkrum steini, og tað skal verða nokk til av vætu. Hann etur reyðmaðk og fuglar er ikki so glaðir fyri hann, tó eru dømi um, at kvørkveggjum og dunnum dámar væl flatmaðk.
Fyrstu ferð sæddur í 1982
Flatmaðkur var fyrstu ferð skrásettur í Havn í 1982. Hildið verður, at hann er komin til Havnar við innfluttari mold og hevur síðani spreitt seg kring landið.
- Flatmaðkurin er av slagnum nýsælandskur flatmaðkur, hann tolir ikki hita oman fyri 20 stig, og hann er ikki at finna í Skandinavia, greiðir Eyðfinn frá.
Tí er hugsandi, at hann er komin til Havnar úr Skotlandi fyrst í 80unum, og hann trívist sera væl í Føroyum. Flatmaðkurin verður roknaður sum skaðadjór.
Lurtari viðmerkir: Ein vitandi maður fortaldi mær, at flatmaðkurin kom úr Eldlandinum saman við trøðunum til Gróðurstøðina í Hoydølum. Harfrá er hann spreiddur til tað mesta av Føroyum.
SMS frá lurtara: Vit høvdu flatmaðk í okkara urtagarði, men nú hava vit ongan sæð tey seinastu árini. Eitt kvørkveggjupar er í havanum, so tann fuglurin etur nokk flatmaðk. Eisini havi eg koyrt knústar gogguskeljar millum trøini, og eg haldi at flatmaðkurin dámar ikki hesar hvøssu skeljarnar.
Flatmaðkur
Flatmaðkurin spreiðir seg sum ókrút
Í Føroyum er veit man við vissu, at ongin flatmaðkur er í Koltri, í Stóru- og Lítlu Dímun, og hann er heldur ikki sæddur í Fugloy.
Dømi um, hvussu flatmaðkurin hevur spreitt seg um landið:
- Tórshavn 1982
- Nolsoy 1994
- Kirkjubø 2001
- Velbastað 2001
- Hesti 2001
- Miðvág 2001
- Sørvág 2002
- Bø 2007
- Mykines 2007
- Kvívík 1990
- Leynar 2009
- Vestmanna 2008
- Hvalvík 2001
- Streymnes 2007
- Oyrabakka 2003
Hetta eru dømi um skrásetingar, sum eru komnar inn til tey á Setrinum. Tey vilja fegin hoyra frá fólki, nær tey sóu flatmaðk fyrstu ferð í býnum ella bygdini.
Vit spyrja, um tú kanst skriva til okkara og siga frá, hvat ár flatmaðkurin er komin til tína bygd, ella onnur støð, sum tú kennir. Tit eru eisini vælkomin at skriva, um flatmaðkurin IKKI er í tykkara bygd. Skriva hvørja bygd talan er um, og hvat ár flatmaðkurin kom. So savna vit allar upplýsingarnar saman, bygd og árstal og seta tey á Føroyakortið.
- Vónandi vilja fólk hjálpa okkum, so vit í felag kunnu fáa eitt yvirlit yvir, hvussu flatmaðkurin hevur spjatt seg kring landið, síðan hann á fyrsta sinni varð skrásettur í Føroyum í 1982, sigur Eyðfinn Magnussen, lektari á Setrinum.
Til ber at skriva til Eyðfinna á teldupost EydfinnM@setur.fo ella ringja til hansara á 265831. Eisini er Eyðfinn at finna á Facebook og Messenger.
SMS frá lurtara: Um man hevur kompost uttanfyri, so er nokk til av flatmakki, eg havi eina rúgvu í moldini eg geri í minum kompostkassa.
Longri samrøða við Eyðfinn Magnussen í Góðan Morgun Føroyar kann hoyrast her:
Flatmaðkur
Flatmaðkur