Mæla til friðarsamráðingar millum Ukraina og Russland

Mæla til friðarsamráðingar millum Ukraina og Russland
Ein suðurafrikonsk friðarsendinevnd hevur ætlanir um at vitja í Kyiv og í Moskva fyrst í næsta mánaði
Afrikanskir leiðarar eru komnir við áheitan á Russland og Ukraina um at sessast við samráðingarborðið. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
24.05.2023 - 10:58

Seks ríkisleiðarar í Afrika mæla til, at Ukraina og Russland fara undir samráðingar, hóast russiskir hermenn framvegis eru í Ukraina.

Leiðararnir í Senegal, Suðurafrika, Egyptalandi, Zambia, Uganda og Kongo-Brazzaville eru komnir við áheitanini.

Ein suðurafrikonsk friðarsendinevnd hevur ætlanir um at vitja í Kyiv og í Moskva fyrst í næsta mánaði.

- Fyrst skal endi fáast á bardøgunum, og síðani skulu karmar fyri friði gerast, segði talsmaðurin fyri umsitingina hjá suðurafrikanska forsetanum mánadagin.

Á odda fyri tiltakinum er forsetin í Senegal, Macky Sall, sum hevði formansskapin í suðurafrikonsku samgonguni í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050