Flogferðsla heldur uppat - koyra við toki í staðin

Flogferðsla heldur uppat - koyra við toki í staðin
Forboðið verður sett í gildi sum íkast til at minka um CO2-útlátið í Fraklandi
Frakland hevur sett forboð fyri innanríkisflúgving á ávísum rutum fyri at minka CO2-útlátið. (Savnsmynd)
 
24.05.2023 - 10:18

Frakland hevur sett forboð fyri innanríkisflúgving á rutum, har tú kanst koyra teinin við toki upp á minni enn hálvan triðja tíma. 

Bannið er galdandi, har tok koyra ofta, og har nóg nógv tok eru til at taka ímóti flogferðafólkum, sum nú fara at koyra við toki í staðin fyri at flúgva.

Sambært AFP-tíðindastovuni, eru nýggju reglurnar galdandi fyri rutur millum París og býir sum Lyon og Bordeaux.

Ikki øll eru fegin um nýggju reglurnar. Tey vísa á, at tokið millum París og næststørsta býin, Marseille, tekur tríggjar tímar, og eigur sostatt ikki at vera fevnt av forboðnum.

Forboðið verður sett í gildi sum íkast til at minka um CO2-útlátið í Fraklandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050