Lítil ampi av sólorkuverkinum hjá Luna

Lítil ampi av sólorkuverkinum hjá Luna
Sólorkuverkið kann gera 1,3 milliónir kilowatttímar av streymi um árið, og tað svarar til miðalnýtsluna hjá 300 húsarhaldum
Sólorkuverkið er á tekjuni á smoltstøðini hjá Luna á Fútakletti.
 
24.05.2023 - 09:04

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina hjá sólarorkuverkinum hjá Luna á Fútakletti.

Sólorkuverkið, sum er 6.000 sólpanel, 15.000 fermetrar, er á tekjuni á smoltstøðini hjá Luna.

Sambært elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til at gera ravmagn verður givið.

 

Lítil ampi

Útrokningarnar í umhvørvisárinsmetingini vísa, at sannlíkindi fyri ampum av endurskini í bústaðarøkjum og á vegum er lítil. 

Og endurskin er ikki til ampa fyri innflúgving til flogvøllin í Vágum. 

Kanningar benda á, at vandin fyri samanbresti hjá fugli er lítil. Endurskinið kann fáa fugl at halda, at sólpanelini eru vatn. 

Men sólpanelini eru viðgjørd, so endurskinið minkar.

 

Streymur til 300 húsarhald

Sólorkuverkið hjá Luna kann gera 1,3 milliónir kilowatttímar av streymi um árið.

Teir svara til miðalársnýtsluna hjá okkurt um 300 húsarhaldum. 

Góðkenningin kann kærast, og freistin er til 14.juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109