Hákun West av Teigum millum bestu spælarar í Evropa í ár

Hákun West av Teigum millum bestu spælarar í Evropa í ár
Høgri vongurin á føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Hákun West av Teigum, er millum teir tilnevndu, nú ársins lið í Evropa skal kjósast
Hákun West av Teigum hevur verið flúgvandi í ár, bæði fyri føroyska manslandsliðið og felag sítt Skanderborg-Aarhus
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2023 - 09:04

Evropiska hondbóltssambandið er í holt við at kjósa ársins manslið í hondbólti. 

Millum teir, ið eru í uppskoti til at vinna heiðurin sum besti høgri vongur í Evropa í ár, er føroyski landsliðsvongurin Hákun West av Teigum. 

Hákun West av Teigum, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Skanderborg-Aarhus, skal næsta kappingarár spæla við týska toppfelagnum Füchse Berlin. 

 

Í góðum selskapi

Annað kann ikki sigast, enn at Hákun West av Teigum er í góðum selskapi, tí millum teir, sum eru í uppskoti til at vera besti høgri vongur í Evropa í ár eru eitt nú svenski Niclas Ekberg, danski Hans Lindberg og spanski Ferran Sole Sala. 


Niclas Ekberg - SWE / THW Kiel
Blaz Janc - SLO / Barça
Hans Lindberg - DEN / Füchse Berlin
Arkadiusz Moryto - POL / Barlinek Industria Kielce
Bogdan Radivojevic - SRB / OTP Bank - Pick Szeged
Ferran Sole Sala - ESP / Paris Saint-Germain Handball
Hákun West Am Teigum - FAR / Skanderborg-Aarhus


Tilnevningin er ein staðfesting av, at vit í Føroyum eiga nakrar av bestu ungu hondbóltsleikarunum í Evropa í løtuni. 

Tað er eisini ein staðfesting av, at Føroyar, sum minsta tjóð nakrantíð, hevur spælt seg í eitt endaspæl fyri lið. Tað hendir, tá ið Føroyar í januar skulu spæla EM-endaspæl í Týsklandi. 

 

Fjepparar kunnu atkvøða

Veljast skulu sjey leikarar - ein til hvørt pláss á ársins lið. Harumframt skal ársins verjuleikari eisini kjósast. Orsøkin er, at bestu verjuleikararnir ofta ikki spæla í álopinum. 

Tað eru leikarar, venjarar og útvaldir miðlar, sum skulu manna ársins lið í Evropa. 

Fjepparar sleppa tó eisini at gera sína ávirkan galdandi og kunnu atkvøða umvegis appina hjá evropiska hondbóltssambandinum, EHF

Atkvøðurnar hjá hondbóltsfjepparunum telja 25 prosent av samlaða úrslitinum á hvørjum plássi á ársins liði. 

Atkvøðugreiðslan byrjar fríggjadagin 26. mai. 

 

>>Allar tilnevningarnar kunnu síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907