Julian Assange kann tapa stríðið

Julian Assange kann tapa stríðið
Assange hevur síðani 2019 sitið í einum sera væl vardum fongsli í Bretlandi
Í USA kann Julian Assange verða dømdur 175 ára fongsul, verður hann funnin sekur í øllum ákærum, millum annað njósning.
Mynd: Reuters  
 
23.05.2023 - 11:35

Julian Assange, sum stovnaði Wikileaks, kann skjótt tapa rættarliga stríðið hjá sær um ikki at vera útflýggjaður USA. 

Tað sigur redaktørurin á Wikileaks, Kristinn Hrafnsson.

Avstraliarin bíðar eftir svari upp á kæruna, sum advokatar hjá honum í fjør summar sendu rættinum í London.

Bretska stjórnin hevði frammanundan givið heimild til at útflýggja USA Assange.

Hrafnsson sigur við DPA-tíðindastovuna, at fáa tey ikki viðhald í kæruni, er tað ein gøla, men hann leggur aftrat, at alt kann henda í málinum.

Assange hevur síðani 2019 sitið í einum sera væl vardum fongsli í Bretlandi. 

Í USA kann hann verða dømdur 175 ára fongsul, verður hann funnin sekur í øllum ákærum, millum annað njósning.

 

Kunngjørdi loynilig skjøl

Orsøkin til málið er, at Wikileaks í 2010 almannakunngjørdi loynilig skjøl um krígsførsluna hjá USA í Irak.

Eisini sjónbandaupptøkur av tveimum journalistum, sum lótu lív í einum amerikonskum tyrluálopi, vóru almannakunngjørdar.

Verður kæran til rættin í Londan havnað, kann Assange søkja um endurskoðan, kæra til hægstarætt, ella royna at fáa málið inn fyri Evropiska mannarættindadómstólin. 

Hesir møguleikar skulu allir troytast sum skjótast, sigur Hrafnsson. 

Men eingin vissa er fyri, at bretska stjórnin tekur avgerðina hjá mannarættindadómstólinum til eftirtektar.

Stuðlar hjá Assange siga, at hann er journalistur, sum hevur lýst krígsbrotsverk. 

Avstralska stjórnin hevur mælt til at sleppa málinum, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050