Bretski forsætisráðharrin: Putin skal rinda prísin fyri kríggið

Bretski forsætisráðharrin: Putin skal rinda prísin fyri kríggið
G7-londini eru á toppfundi vorðin samd um at seta nýggj tiltøk í verk móti Russlandi
Umboð fyri G7-londini halda í hesum døgum toppfund í Japan. Vinstrumegin á myndini bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak,
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.05.2023 - 13:57

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, sigur, at Russland skal "rinda prísin" fyri innrásina í Ukraina, nú Bretland hevur sett nýggj tiltøk í verk móti Russlandi.

Sunak sigur í samrøðu, at Bretland skal bretta sær á, tí landið gongur á odda, tá ið talan er um at stuðla krígsherjaða Ukraina.

Sunak vónar, at fleiri lond gera sum Bretland og seta fleiri tiltøk í verk, tí pakkar við tiltøkum eru gott vápn móti russisku vreiðini, sum hann tekur til.

Í ávaringini til Vladimir Putin, forseta í Russlandi, er Sunak greiður og sigur, at leiðarar í Vesturheiminum fara ikki at slaka í stuðlinum til Ukraina.

 

Vit hvørva ikki

- Míni boð til Putin er greið. Vit hvørva ikki, segði bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, í samrøðu við Sky News.

Leiðararnir fyri G7-londini, sum í løtuni eru á fundi í Japan, eru samdir um nýggjan pakka við tiltøkum móti Russlandi innan tøkni, ídnaðarútgerð og tænastur, skrivar NTB.

- Vit taka tøkni, útgerð til ídnaðin og tænastur úr G7-londunum, sum stuðla upp undir kríggið, frá Russlandi, siga USA, Bretland, Japan, Kanada, Týskland, Frakland, Italia og ES í felags fráboðan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342