- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapurin á Flemish Cap byrjaður
Fiskiskapurin á Flemish Cap byrjaður
Stapin og Kambur eru á fiskileið, og Jákup B og Klakkur eru á veg
17.05.2023 - 08:41
Fiskiskapurin hjá føroyingum á Flemish Cap er byrjaður.
Stapin var fyrstur á Flemish Cap í ár. Hann hevur gott fiskarí, upplýsir Vørn.
Kambur kom á Flemish Cap í gjár, og Jákup B og Klakkur eru á veg hagar.
Stapin er komin á fiskileið, og fiskiskapurin er góður. (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Meiri toskur
Føroyar fingu meira tosk á Flemish Cap í ár. Føroyar fingu 284 tons í fiskiveiðiavtaluni við Bretland.
Frammanundan høvdu Føroyar 1.363 tons av toski á Flemish Cap.
Toskafiskiskapurin á Flemish Cap er ætlaður línuskipum, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til, og tey fáa egna árskvotu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV