Sigmundur er non biner

Sigmundur er non biner
- Eg føli meg ikki til passar við at siga, eg eri maður. Tann kassan hóski eg ikki í. Men eg føli meg ei heldur sum kvinna, sigur Sigmundur Mørkøre, ið er non biner
 
28.11.2024 - 11:17

Sigmundur Mørkøre.

Hóast navnið er vanligt mannfólkanavn, og útsjóndin eisini er eitt mannfólk, so vil Sigmundur Mørkøre ikki kallast maður.

- Eg føli meg ikki sum mann. Eg føli meg heldur ikki sum kvinna.

Soleiðis sigur Sigmundur Mørkøre. Seinastu fýra hóskvøldini hava vit sæð Sigmund Mørkøre av Eiði í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd. 

Eitt, sum fleiri hava bitið merki í, er, at í fyrstu sendingini sigur Sigmund seg vera non biner. Tað vil siga, at Sigmundur følir seg hvørki sum maður ella kvinna. 

- Eg passi ikki inn í teir kassarnar, sum samfelagið hevur gjørt, mannfólkakassar og konufólkakassar, fortelur Sigmund, sum fyri umleið trimum árum síðani fann útav, at tað ber til at vera non biner.

Tað merkir millum annað, at Sigmundur umtalar seg við øðrum fornøvnum enn tey, maður og kvinna vanliga brúka.

- Eg brúki tey og teirra fornøvnini, sigur Sigmundur Mørkøre og brúkar dømi "tey eru tyst".

Hóast Sigmundur hevur tosað opið við vinfólk um sína støðu og tankar, so var tað ikki fyrr enn nýliga, at familjan fekk boðini.

- Dagin fyri, vit byrjaðu at filma til Fólksins rødd, fór eg til mammu og fortaldi henni tað, sigur Sigmundur Mørkøre og heldur fram:

- Eg segði bara, at eg havi okkurt at fortelja tær. Eg eri ikki biner, eg brúki tey og teirra fornøvnini. Tað var tað. Mamma legði ikki so nógv í tað og segði, at eg skal bara gera, sum eg vil, fortelur Sigmundur Mørkøre.

Í morgunsendingini fortelur Sigmundur Mørkøre eitt nú um gerandisdagin sum non biner og hvørjar málsligar avbjóðingar kunnu stinga seg upp.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205