Russiskt loftálop á Kyiv

Russiskt loftálop á Kyiv
Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum sigur, at tað eydnaðist at skjóta rakettirnar niður, áðrenn tær raktu, men trý fólk eru deyð av rakettleivdum
Álopið á Kyiv í nátt var tað áttanda bara í mai mánaði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.05.2023 - 08:47

Luftálop hava verið á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt. Tilsamans vóru 18 rakettir skotnar inn yvir býin.

Hetta er áttanda álopið bara í mai mánaði. 

Sambært borgarstjóranum í Kyiv, Vitalij Klytjko, megnaði ukrainska loftverjan at skjóta rakettirnar niður, áðrenn tær raktu. Tó hevur álopið elvt til umfatandi skaðar, og trý fólk hava latið lív av rakettleivdum, upplýsir TV2. 

Harumframt eru bygningar og eisini djóragarðurin í Kyiv rakt. Hildið verður, at álopini í nátt serliga vóru ætlaði at raka loftverjuna og rakettverjuna.

 

 

Toppfundur í Reykjavík

Á toppfundi hjá Evroparáðunum, sum byrjar í Reykjavík í dag, er russiska innrásin í Ukraina ovast á dagsskránni. 

Sambært DR, fara tey 46 limalondini í Evroparáðnum at leggja fram yvirlit yvir skaðar á bygningar og undirstøðukervið.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er við á fundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050