Zelenskyj hittir bretska forsætisráðharran

Zelenskyj hittir bretska forsætisráðharran
Ukrainski forsetin bað enn eina ferð um fleiri stríðsflogfør, men Bretland hevur einki flogfør at lata
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hitti bretska forsætisráðharran, Rishi Sunak, í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.05.2023 - 15:31

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, hevur verið í Bretlandi og havt fund við bretska forsætisráðharran, Rishi Sunak.

Teir báðir hava tosað saman í einar tveir tímar í London, og Sunak sigur, at Bretland stuðlar framvegis Ukraina, og sigur soleiðis við Russland:

- Vit fara ongan veg.

Zelensky bað á fundinum enn eina ferð um fleiri stríðsflogfør í stríðnum móti russiska álopinum.

Men bretski forsætisráðharrin fær ikki lovað fleiri jetflogfør til Ukraina, tí Bretlandi eigur ongi F16 flogfør, ið skulu brúkast.

Í staðin lovaði Sunak hundraðtals av verjurakettum og dronur, ið kunnu flúgva langt.

Russland boðar í dag frá, at tað fellur ikki í góða jørð, at Bretland nú veitir Ukraina meira stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050