Turkaland: Helst neyðugt við einum valumfari aftrat

Turkaland: Helst neyðugt við einum valumfari aftrat
Nú nærum allar atkvøðurnar eru taldar hevur Erdogan, forseti, fingið 49,25 prosent av atkvøðunum og avbjóðarin, Kilicdaroglu, góð 45 prosent arinn
Erdogan, forseti, hevur rátt fyri borgum í Turkalandi í 20 ár. Hann hevur munin, nú nærum allar atkvøðurnar á forsetavalinum í gjár eru taldar, men neyðugt verður helst við einum valumfari aftrat.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.05.2023 - 08:29

Líkt er til, at neyðugt verður við einum valumfari aftrat, sum skal avgera, hvør skal vera forseti í Turkalandi.

Val var í gjár, og nú eru 98,6 prosent av atkvøðunum tald.

Recep Tayyip Erdogan, verandi forseti, var greitt á odda eftir fyrstu uppteljingarnar í gjár, men tá leið ut á kvøldið og náttina, minkaði munurin. 

Í løtuni hevur Erdogan 49,25 prosent av atkvøðunum, meðan avbjóðarin, Kemal Kilicdaroglu, hevur 45,05 prosentum, sambært Danmarks Radio. 

Tað verður eftir øllum at døma eitt valumfar aftrat, tí tað krevjast yvir 50 prosent av atkvøðunum fyri at verða valdur í fyrsta umfari.

 

Kemal Kilicdaroglu, sum er forsetavalevni hjá andstøðuni, hevur fingið góð 45 prosent av attkvøðunum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Seks milliónir atkvøður ganga leysar

Erdogan hevur fingið 26,5 milliónir atkvøður, meðan Kilicdaroglu hevur fingið 24,1 milliónir atkvøður. Tað merkir, at teir báðir skulu kappast um tær áleið seks milliónir atkvøðurnar, sum triðja forsetavalevnið, Sinan Ogans, hevur fingið. 

Sinan Ogans hevur ikki kunngjørt enn, hvørjum forsetavalevni hann fer at stuðla. 

Hetta er fyrstu ferð, at tað helst er neyðugt við einum valumfari aftrat, fyri at finna fram til, hvør skal standa á odda politiskt í Turkalandi. 

Um so er, verður seinna valumfar 28. mai.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050