Tailand: Andstøðan væntar framgongd

Tailand: Andstøðan væntar framgongd
52 milliónir hava valrætt til parlamentsvalið
Paetongtarn Shinawatra, forsætisvalevni, atkvøður á valdegnum. Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.05.2023 - 13:46

Stór valluttøka var á parlamentsvalinum í Tailandi, nú valhølini eru latin aftur. 

Umleið 52 av 65 milliónum íbúgvum í Teilandi hava valrætt, og væntað verður, at andstøðan fær framgongd á valinum í dag.

Fyrsta almenna valúrslitið verður greitt seinni í dag, men endaliga úrslitið verður neyvan klárt áðrenn 13. juli, og fleiri mánaðir kunnu ganga, áðrenn stjórn verður skipað.

Flokkurin Phau Thai, sum ovurríka Shinawatra-familjan stendur á odda fyri, verður helst vinnari á valinum. Oddakvinnan í flokkinum er 36 ára gomlu Paetongtarn Shinawatra, sum er valevni til forsætisráðharrasessin.

Størsti avbjóðari hennara er 42 ára gamli Pita Limja-roen-ratn, sum er formaður í Phak Kao Klai-flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342