Erdogan hevur munin

Erdogan hevur munin
Forseta- og tjóðartingsval er í Turkalandi í dag
Ein maður gongur framvið valplakatum av andstøðuleiðaranum Kemal Kilicdaroglu
Mynd: Mynd: Cagla Gurdogan/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.05.2023 - 11:40

Forseta- og tjóðartingsval er í Turkalandi í dag. 

Valið kann broyta politisku kósina í landinum, men tað kann eisini geva Recep Tayyip Erdogan fimm ár aftrat sum forseti.

Meira enn 61 milliónir fólk hava valrætt í Turkalandi, og av teimum eru fimm milliónir á vali fyri fyrstu ferð.

Hetta er eitt val um búskap, men í høvuðsheitinum snýr tað seg um virði. Um landið framvegis skal vera eitt demokrati ella um einaræði skal halda fram.

Ein avbjóðari
Bara eitt valevni hevur stillað upp móti Erdogan. 

Seks turkiskir andstøðuflokkar standa saman um felags forsetavalevnið, Kemal Kilicdaroglu, sum í nógv ár hevur verið formaður fyri Republikanska flokkin.

Hóast andstøðuflokkaranir hava ymisk mál, eru teir samdir um, at nú má vend koma í.

20 ár við Erdogan
Erdogan hevur sitið við valdi í 20 ár.

Í veljarakanningum hevur tað verið tætt millum bæði valevnini, tó at Erdogan hevur havt munin. 

Fær hvørgin meira enn 50 prosent av atkvøðunum, verður seinna valumfar 28. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050